FSF Varpið: Jóannes Jakobsen og Tróndur Vatnhamar umrøða dystirnar í 21. umfari í Effodeildini, sum verða á skránni komandi vikuskifti
Fyrsti dystur í 21. umfari í Effodeildini verður fríggjakvøldið kl. 18:00, tá Víkingur fær vitjan av NSÍ, og síðani verða hinir fýra dystirnir í komandi umfari spældir leygardagin. Lagt verður fyri kl. 15:00, tá EB/Streymur og 07 Vestur bresta saman við Margáir, og klokkan 17:00 byrja dystirnir millum KÍ og TB, og ÍF og AB. Fimti og seinasti dystur í 21. umfari verður í Havn kl. 18:00, har grannauppgerð verður ímillum HB og B36.

Í FSF Varpinum hesaferð umrøða Jóannes Jakobsen og Tróndur Vatnhamar komandi umfar, umframt at hugt verður nærri at 20. umfari í Effodeildini, ið var spælt 18. august, og tikið verður samanum finaluna um Løgmanssteypið.