Nú er greitt hvørjir venjararnir verða hjá føroysku ungdómslandsliðunum næstu tvey árini
Fótbóltssamband Føroya hevur í vikuni gjørt gjørt sáttmálar við venjarar og hjálparvenjarar, ið næstu tvey árini skulu taka sær av føroysku ungdómslandsliðunum.

Talan er um U15, U17 og U19 hjá dreingjum, og U17 og U19 hjá gentum.

Fimm nýggir landsliðsvenjarar
Eyðun Klakstein er nýggjur venjari hjá U19-dreingjalandsliðnum næstu tvey árini. Eyðun avloysir Ábraham Løkin, sum saman við Eli Hentze hevur staðið á odda fyri U19-dreingjunum. Hvør verður hjálparvenjari hjá Eyðun Klakstein, er ikki endaliga komið upp á pláss enn.

Seinastu árini hava Áki Johansen og Pól F. Joensen havt evstu ábyrgd av U17-landsliðnum, og tað verða eisini hesir báðir, ið koma at standa á odda fyri U17-dreingjalandsliðnum í 2012 og 2013.

Hjá U15-landsliðnum verða tað Eli Hentze og Hegga Smuelsen, ið verða venjarar. Hegga avloysir Mathias Davidsen.

Rúni Nolsøe er nýggjur venjari hjá U19-gentulandsliðnum, og afturat sær fer Rúni at hava Ingun Hansen sum hjálparvenjara. Rúni Nolsøe og Ingun Hansen avloysa Bjørn Krog og Jacob Thomsen.

U17-genturnar hava eisini fingið nýggjan venjara. Í fjør stóð Jóannes Jakobsen á odda fyri U17-gentunum, men av tí at Jóannes nú er hjálparvenjari hjá A-landsliðnum hjá monnum, bleiv neyðugt við nýggjum venjara til U17-gentulandsliðið. Nú er greitt at tað verður vágbingurin Jón Pauli Olsen, ið næstu tvey árini kemur at standa á odda fyri U17-gentulandsliðnum. Bára Klakstein heldur fram sum hjálparvenjari.