Á føroyavitjanini ferð FIFA-forsetin millum annað at vitja á sparkivøllinum í Miðvági, í Tinganesi og í Müllers Pakkhús
Seinnapartin í dag kemur FIFA-forsetin, Joseph S. Blatter á almenna vitjan í Føroyum, og eftir ætlan lendir flogfari við Blatter í Vágum umleið kl. 17.

Av flogvøllinum verður farið beinleiðis á sparkivøllin í Miðvági, har Vága Kommuna er vertur. Í Miðvági fer Blatter at heilsa upp á umboð fyri kommunurnar og fótbóltsfeløgini í Vágum. Albert Ellefsen, borgarstjóri í Vága Kommunu heldur røðu og handar gávu, sum er latin av kommununum og fótbóltsfeløgunum.

Eftir vitjanina á sparkivøllinum í Miðvági, verður Fótbóltssamband Føroya vertur fyri døgurða í Kirkjubø.

Mikumorgunin vitjar FIFA-forsetin í Tinganesi, har Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður bjóðar morgunmat, og kl. 10 vitjar Blatter í FSF-húsinum.

Kl. 10:45 verður skipað fyri samkomu á Tórsvølli, har Joseph S. Blatter fer at festa eina plátu, sum prógv fyri, at altjóða fótbóltssamgongan stuðlar verkætlanini, ið er framd av Tórsvølli. Til seinast fer Blatter at klippa snórin, og harvið verður vøllurin alment latin Fótbóltssambandi Føroya.

Umframt Joseph S. Blatter, fara Christian Andreasen, FSF-forseti, Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, og Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, at siga nøkur orð.

Eftir samkomuna á Tórsvølli, verður skipað fyri tíðindafundi í FSF-húsinum.

Føroyavitjanin hjá FIFA-forsetanum endar í Müllers Pakkhúsi, har Tórshavnar Kommuna, saman við Fótbóltssambandi Føroya vera vertir fyri døgurða.

Kl. 15 lættir flogfari við Joseph S. Blatter og fylgi úr Vágum, og setir kós ímóti Zurich í Sveis.