Týsdagin 9. oktober kemur FIFA-forsetin, Joseph S. Blatter á vitjan hjá Fótbóltssamband Føroya
Tá Christian Andreasen, FSF-forseti, og aðalskrivarin í Fótbóltssambandi Føroya, Virgar Hvidbro, tíðliga í mai 2010, vóru á vitjan hjá altjóða fótbóltssamgonguni, FIFA, bjóðaði Fótbóltssamband Føroya FIFA-forsetanum, Joseph S. Blatter til Føroyar á vitjan.
Ætlanin var síðani, at Blatter skuldi koma til Føroyar í september sama ár, men vitjanin varð av ongum. FIFA-forsetin var ávegis til Føroyar, men vegna keðiligt veður fekk flogfari ikki lent í Vágum, og tí varð vitjanin ta ferðina av ongum.
Ætlanin hevur síðani tá allatíðina verið, at FIFA-forsetin skuldi koma til Føroyar. Og á aðalfundinum hjá altjóða fótbóltssamgonguni í 2012, sum var í Budapest, boðaði Joseph S. Blatter frá, at hann fór at koma til Føroyar seinni í hesum árinum.
Nú er so greitt, at føroyavitjanin hjá FIFA-forsetanum verður týsdagin og mikudagin, 9. og 10. oktober.
Blatter gott íkast fyri føroyskan fótbólt
Fyrr í ár varð undirlagið á Tórsvølli skift út, og varð hetta arbeiði gjørt við góðum stuðli frá FIFA. Í hesum sambandi vitjar Joseph S. Blatter á Tórsvølli fyrrapartin mikudagin 10. oktober, har FIFA-forsetin fer at festa eina plátu, sum prógv fyri, at altjóða fótbóltssamgongan hevur stuðlað hesi verkætlan.
Seinnapartin mikudagin skipa Tórshavnar Býráð og Fótbóltssamband Føroya fyri lítlari samkomu fyri innbodnum.
Umframt at heilsa uppá umboð fyri FSF, fer FIFA-forsetin eisini at hitta Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, og Heðin Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar Kommunu.
– Tað er ein sera stórur heiður fyri okkum, at FIFA-forsetin kemur til Føroyar. Hettar er uttan iva ein av størstu vitjanum, sum Føroyar nakrantíð hava havt innan ítróttarøkið. Tað hevur stóran týdning fyri Fótbóltssamband Føroya, at hava eitt gott og tætt samband við FIFA, og vitjanin av Joseph S. Blatter er eisini eitt gott íkast til at gera Føroyar og føroyskan fótbólt kendan í útlondum, sigur Christian Andreasen, FSF-forseti.