Tað var ein sera hugtikin FIFA-forseti, sum í døgunum 9. og 10. oktober var á almennari vitjan í Føroyum
Fyri Fótbóltssamband Føroya og tey, ið vara av føroyskum fótbólti, var tað ein stór løtu, tá FIFA-forstein, 76 ára gamli Joseph S. Blatter í døgunum 9. og 10. oktober var á almennari vitjan í Føroyum.

Og sum heild eydnaðist føroyavitjanin hjá FIFA-forsetanum og fylgi sera væl.

Flogfarið við Blatter lendið sum ætlað seinnapartin 9. oktober, og fyrsti steðgur var við sparkivøllin í Miðvági. Albert Ellefsen, borgarstjóri í Vága Kommunu bjóðaði vælkomin og helt eina stutta røðu vegna kommunurnar og fótbóltsfeløgini í oynni. Síðani handaði borgarstjórin Blatter eina gávu, sum var ein grindaknívur, ið Petur Hansen hevði gjørt.

Úr Miðvági varð farið beinleiðis til Kirkjubøar, har Fótbóltssamband Føroya var vertur fyri døgurða.

Mikumorgunin byrjaði føroyavitjanin hjá FIFA-forsetanum í Tinganesi, har Joseph S. Blatter hitti Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann.

Av Tinganesi gekk leiðin niðan í Gundadali, í FSF-húsið og á Tórsvøll. Á Tórsvølli vórðu røður hildnar, áðrenn FIFA-forsetin avdúkaði eina plátu, sum prógv um, at altjóða fótbóltssamgongan hevur stuðlað verkætlanini, ið seinastu tíðina er framd á Tórsvølli.

Seinast á skránni á føroyavitjanini hjá Joseph S. Blatter, var døgurði í Müllers Pakkhúsi, sum Tórshavnar Kommuna, saman við Fótbóltssambandi Føroya vóru vertir fyri. Og klokkan trý seinnapartin mikudagin fór FIFA-forsetin við fylgi umborð aftur á flogfarið í Vágum og setti kós móti Zürich í Sveis.

MYNDIR