Leygardagin 27. apríl skipaði FSF fyri felagstiltaki fyri Dreingir U12. Tiltakið var á Tórsvølli og á Svangaskarði
Á tiltakinum var bæði venjing og kapping á skránni. Á Svangaskarði vóru leikarar frá norður- og eysturøkinum, meðan leikarar frá mið-, vestur- og suðurøkinum vóru á Tórsvølli.
Í alt vóru eini 240 dreingir við á tiltakinum hesaferð, men sum kortini var nakað færri enn væntað. Leygardagin 1. juni verður tiltakið aftur á somu støðum, og tá væntar Fótbóltssamband Føroya, at fleiri luttakarar verða við til felagstiltakið.
Í hesum sambandi kann nevnast, at tilmeldingarskjal verður sent feløgunum ein av fyrstu døgunum.
Endamálið við felagstiltøkunum er at geva øllum leikarunum kring landið eina góða fótbóltsuppliving, har teir fáa møguleikan at venja og kappast tvørtur um ymisku mørkini, sum vanliga skilja. Samstundis verður dentur lagdur á, at leikararnir fáa íblástur og kanska hug at gera enn meir við fótbóltin nú, og tá teir verða eldri.
Dreingir úr norður- og eysturøkinum á Svangaskarði á Toftum
Dreingirnir úr mið-, vestur- og suðurøkinum á Tórsvølli í Havn