Felagstiltak fyri Dreingir U11 og U12 varð leygardagin á Svangaskarði og á Tórsvølli. Hetta er annað tiltak av hesum slag, sum FSF hevur skipað fyri í vár

Fyri aðru ferð í vár skipaði Fótbóltssamband Føroya um vikuskifti fyri felagstiltaki fyri dreingjum, føddir í 2001 og 2002.

Til felagstiltakið á Svangaskarði á Toftum vóru leikarar frá norður- og eysturøkinum, meðan leikarar frá mið-, vestur- og suðurøkinum vóru á Tórsvølli í Havn.

Tilsamans vóru eini 210 dreingir við til tiltakið á Svangaskarði og á Tórsvølli, har bæði venjing og kapping var á skránni.

Venjarar hendan dagin, eins og til felagstiltakið í apríl, hava fyri tað mesta verið U-landsliðsvenjarar og aðrir venjarar við tilknýti til FSF. Harumframt hava venjarar frá ymsum feløgum eisni hjálpt væl til.

Ætlanin er at hava eitt felagstiltak í heyst fyri sama aldursbólk, men tá meira sum ein kapping. Meir kunning um hetta verður givin feløgunum eftir summarfrítíðina.