FSF Varpið: Her eru málini frá útsettu dystunum millum EB/Streym og NSÍ, og 07 Vestur og Víkingi, ið vórðu spældir mikukvøldið

Dystirnir í 16. umfari millum EB/Streym og NSÍ, og 07 Vestur og Víking, ið blivu útsettir vegna Europa Cup-luttøku hjá EB/Streymi og Víkingi, vórðu spældir mikukvøldið. 

Við Margáir vann EB/Streymur 5-1 á NSÍ, og á Dungasandi í Sørvági vann Víkingur 1-0 ímóti 07 Vestur.