Kappingarnevndin hjá FSF hevur avgjørt, at kvinnurnar hjá FC Suðuroy verða koyrdar úr kappingini
Eftir at fremsta kvinnulið hjá FC Suðuroy ikki møtti til dyst á útivølli móti ÍF tann 19. august, hevur Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya avgjørt, at liðið verður koyrt úr kappingini.

Reglurnar hesum viðvíkjandi eru greiðar. Møtir lið, sum spælir í bestu deildini, ikki til dyst, verður liðið koyrt úr kappingini, umframt at felagið fær 20.000 krónur í bót.

Vísandi til grein 12 í Kappingarreglunum fyri fótbólt, verða vunnin og tapt stig í dystum ímóti FC Suðuroy standandi, meðan liðini, sum enn hava dyst eftir at spæla ímóti FC Suðuroy í hesum kappingarárinum, vinna við málmuninum 3-0.

07 Vestur 10.000 kr. í bót
Kappingarnevndin hjá FSF hevur eisini avgjørt, at 2. deildarliðið hjá 07 Vestur verður dømt at tapa útidystin móti ROYN. Tann 11. august skuldu ROYN og 07 Vestur spæla landskappingardyst í Hvalba, men vágamenn møttu ikki til dystin.

Revsingin í hesum føri er, at 07 Vestur verður dømt at tapa dystin móti hvalbingum, við málmuninum 0-3. Harafturat missir 07 Vestur 3 stig, og fær 10.000 krónur í bót, har ROYN fær helvtina av bótini.

Í fjør heittu feløgini á FSF, um at herða revsingina fyri ikki at møta til dystir, og komu hesar reglur í gildið í 2012.

Reglurnar hesum viðvíkjandi kunnu lesast HER.