1. deild kvinnur: Oddaliðini vunnu og FC Suðuroy kom á stigartalvuna við javnleiki móti Víkingi
Fremstu liðini í 1. deild hjá kvinnum, KÍ, AB, B36 og Skála vunnu sínar dystir. Og botnproppurin, FC Suðuroy fekk sítt fyrsta stig við javnleiki móti Víkingi.

FC Suðuroy hevur havt eina trupla byrjan uppá kappingina í fremstu deildini hjá kvinnum, við risastórum tapum í fleiri av dystunum. Men hugagóðar hava tær herja á hvørt vikuskiftið, og í sætta dystinum megnaðu suðuroyarkvinnur umsíðir at fáa sítt fyrsta stig.

Í 6. umfari var FC Suðuroy á vitjan í Leirvík, har Víkingur tók ímóti, og tá 8 minuttir vóru spældir, legði Barbara Tausen fyri fyrstu fer í ár, FC Suðuroy á odda.

Men lítla løtu seinni stóð á jøvnum, tá Margun Jacobsen javnaði fyri Víking. Tað, ið eftir var av dystinum, trýsti heimaliðið fyri at fáa avgerandi málið, og komu tær eisini fram til fleiri málmøguleikar. Men verjan hjá FC Suðuroy stóð væl, og fleiri mál komu ikki í Leirvík. Sostatt hevur FC Suðuroy fingið sítt fyrsta stig í ár.

Úrsltini í 6. Umfari:
Skála – EB/Streymur 5-0
B36 – HB 2-0
KÍ – ÍF 10-1
AB – B68/NSÍ 2-0
Víkingur – FC Suðuroy 1-1

Komandi dystir verða mánadagin 28. mai:
ÍF – AB
HB – Víkingur
EB/Streymur – KÍ
B68/NSÍ – B36
FC Suðuroy – Skála

Mikudagin 23. mai kl. 18.00 verður útsetti dysturin millum Skála og Víking.

Støðan 1. deild kvinnur