Fótbóltsfelagið í Hoyvík, sum nú eitur FC Hoyvík, hevur fingið nýtt búmerki. Inn komu 22 uppskot, og vinnarauppskotið átti Bárður Mikkelsen

Á ársins seinasta leygardegi í 2018, var nýggja búmerki hjá FC Hoyvík, ið er fyrrverandi Giza Hoyvík, avdúkað.

 

Tað er Bárður Mikkelsen, ið hevur sniðgivið búmerkið hjá hoyvíkingum, sum er ein samanseting av skrifttypu við tekstinum “FC Hoyvík” og einum teknaðum skjøldri við talinum 188, ið er postnummarið í Hoyvík.

 

Búmerkið er ótraditionelt og er teknað í einum einføldum og nútímans stíli, sum skilur seg frá øllum øðrum føroyskum fótbóltsfeløgum, verður sagt úr FC Hoyvík.

 

Vinningurin fyri besta búmerki var ein fartelda frá Formula.