Seinast í februar undirskrivaðu FaroeSoccer og FSF nýggja samstarvsavtalu, galdandi fyri kappingarárið 2014
Seinastu árini hevur heimasíðan FaroeSoccer.fo verið ein týðandi viðleikari í føroyskum fótbólti. Tí kemur tað væl við fyri Fótbóltssamband Føroya og øll fótbóltsáhugaði, at nýggj avtala nú er gjørd, so øll hagtøl fyri føroyskan fótbólt framhaldandi verða dagførd og gjørd almenn.
Avtalan millum FSF og FaroeSoccer inniber, at allir dómaraseðlar í Effo-deildini, 1. deild menn, 2. deild menn, 1. deild kvinnur, í kappingini um Løgmanssteypið, í steypakappingini hjá kvinnum og í lands- og steypakappingini hjá Dreingir U18, skulu sendast til FaroeSoccer skjótast tilber eftir loknan dyst. Seðlarnir/dystirnir verða síðani vístir í fullum elektroniskum líki á heimasíðuni, www.faroesoccer.com.
Heitt verður eisini á feløgini um at upplýsa FaroeSoccer klokkutíðir, og broyttar tíðir, til dystirnar í nevndu deildum/kappingum.
Við hesum kunnu fjølmiðlar og onnur gera brúk av stóra arbeiðinum, ið Marni Mortensen, vegna FaroeSoccer, fremur.
Meðan tað hevur verið nakað trupult at fingið dómaraseðlar til ávísar kappingar, hevur arbeiðið at fáa dómaraseðlar til fremstu deildirnar gingið væl, og vónandi kann hetta góða samstarv millum Fótbóltssamband Føroya, FaroeSoccer og fótbóltsfeløgini halda fram í komandi tíðum.
Leggjast kann afturat, at feløgini framhaldandi hava skyldu til at senda originala dómaraseðilin til Fótbóltssamband Føroya, skjótast tilber eftir loknan dyst.
Skrivað hevur:
Hans Erik Danielsen, [email protected]