Beint eftir døgurða í dag settu Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, og Róin Schrøter, varaforseti í FSF, spakan í við eystaru síðu av Tórsvølli, har arbeiðið nú fer í gongd við at leggja tak yvir 2.700 áskoðarapláss og gerð av ymsum tænastuhentleikum
Tað er J & K Petersen, sum ger arbeiðið fyri Tórshavnar Kommunu og Fótbóltssamband Føroya. Alt arbeiðið er mett at verða liðugt í mai mánað komandi ár, so 2.700 fleiri áskoðarar kunnu sita undir taki, tá ið Føroyar taka ímóti Grikkalandi á Tórsvølli í juni komandi ár.
Tá ið arbeiðið at leggja tak yvir eystaru síðu er liðugt, og byggingin av nýggju tænastuhentleikunum somuleiðis er komin á mál, kunnu ikki færri enn 3.600 áskoðarar sita undir taki til bæði fótbóltsdystir og onnur tiltøk, sum kunnu verða á Tórsvølli í framtíðini.
Arbeiðið, sum nú er farið í gongd, kostar um 40 milliónir krónur, og Tórshavnar Kommuna og Fótbóltssamband Føroya hava avgjørt at býta kostnaðin sínamillum.