Tað sigur Liljan av Fløtum Petersen, sum hósdagin væntandi spælir sín tólvta landsdyst í miðverjuni á føroyska kvinnulandsliðnum
– At síggja Eyðvør seta bóltin so flott í málið var fantastiskt, og tað var ein ótrúlig kensla, tá dómarin floytaði av, og vit høvdu vunnið okkara fyrsta stig í einari HM-undankapping. Tað sigur Liljan av Fløtum Petersen, sum seinasta leygardag var við til at skriva føroyska fótbóltssøgu, tá A-landsliðið við kvinnum megnaði at spæla javnleik 1-1 ímóti Bosnia/Hersigovina.
Men longu hóskvøldið skal føroyska kvinnulandsliðið í eldin aftur, tá Norðurírland kemur á vitjan á Tórsvølli. Á seinasta styrkislistanum hjá FIFA eru Føroyar nummar 70, meðan tær norðurírsku kvinnurnar í løtuni eru nummar 57. Tí kann væntast, at tað verður ein sterkari mótstøða hóskvøldið, í mun til hana, ið føroysku kvinnurnar møttu ímóti Bosnia/Hersigovina.
– Vit kenna ikki so øgiliga nógv til tað norðurírska liðið. Vit hava sæð tær eitt sindur á video, og at sígggja til, so eru tær bæði kropsliga og taktiskt betri enn Bosnia/Hersigovina. Har afturat spæla fleiri av teimum sum professionellar, og eru tí til dagligt vanar við eitt hægri støðið enn vit, sigur Liljan av Fløtum Petersen, sum væntandi spælir sín tólvta landsdyst hóskvøldið.
Dysturin hjá føroyska kvinnulandsliðnum ímóti Norðurírlandi verður tann fimti í hesari undankappingini, og higartil hevur liðið bara fingið eitt stig. Men havast skal í huga, at mótstøðan hevur verið sera sterk í hinum trimum dystunum, sum hava verið ímóti Skotlandi, Póllandi og Svøríki, sum í løtuni er nummar fimm á FIFA-listanum.
Tað er tí aftur ein stór uppgáva, ið bíðar føroyska kvinnulandsliðnum hóskvøldið.
– At fingið stig ímóti Norðurírlandi hevði verið fantastiskt, men til tað krevst, at fleiri viðurskifti, sum ikki riggaðu sum tey skuldu ímóti Bosnia/Hersigovina, fáast í rættlag ímóti Noðurírlandi. Heidi Sevdal, ið var leikbannað seinast, er nú við aftur, og tað styrkir liðið, og vit trúgva av álvara uppá eitt gott úrslit, sigur Liljan av Fløtum Petersen at enda.
HM-undankappingardysturin millum Føroyar og Norðurírland verður á Tórsvølli, hóskvøldið 10. apríl, kl. 19:00.
Tað er ókeypis atgongd til dystin, og tí vónar Fótbóltssamband Føroya, at nógv fólk verða kring Tórsvøll hóskvøldið, fyri at stuðla føroysku kvinnunum.