Í samband við heilsufótbóltsdagin, sum FSF skipar fyri dýrabiðadag, ið er fríggjadagin 17. mai, fer Snorri Patursson, kostfrøðingur at hava áhugaverdan fyrilestur undir heitinum “Át og njótilsi”

”ÁT OG NJÓTILSI”

 

– Falskir sannleikar verða avdúkaðir, og kúgandi ónda kurringrásin verður steðgað við harðari hond.

 

Soleiðis sigur Snorri Patursson, kostfrøðingur, um fyrilesturin, ið hann fer at hava heilsufótbóltsdagin, ið verður á Tórsvølli dyrabiðidag, sum er fríggjadagin 17. mai 2019.

 

Hetta er fyrsti heilsufótbóltsdagurin, ið Fótbóltssamband Føroya skipar fyri. Endamálið við degnum er at varpa enn meira ljós á heilsufótbóltin kring landið og hava tiltak fyri øll tey, ið íðka heilsufótbólt í Føroyum.

 

Fleiri viðurkendar kanningar eru gjørdar í samband við heilsufótbólt, og úrslitini eru heilt greið. Íðkararnir fáa meira orku, betri javnvág, sterkari vøddar, lægri blóðtrýst, tapa seg nøkur kilo, og beinagrindin verður sterkari.

 

Les meira um ágóðan, ið tú og kroppurin hjá tær fær av heilsufótbólti her: http://www.fsf.fo/Default.aspx?ID=208&Action=1&NewsId=2664&PID=487.

 

Afturat fyrilestrinum hjá Snorra Patursson verður eisini fyrilestur um skaðafyribyrgjandi venjing. Dagurin byrjar sjálvandi við einari fótbóltskapping millum tey, ið spæla heilsufótbólt kring landið.

 

Tað er ókeypis at luttaka og møguleiki er at melda til sum lið ella einstaklingur. Tá meldað verður til sum lið, er hetta samstundis tilmelding til fótbóltskappingina (tað er ikki ein treyt, at ein tekur lut í fótbóltskappingini).

 

Skráin fyri heilsufótbóltsdagin

12:00 – 13:00 Møguleiki at gera heilsukanning

13:00 – 14:30 Fótbóltskapping

15:00 – 17:00 Fyrilestrar

 

Tilmelding – Lið

https://fsf.atgongumerki.fo/webshop/event/843810/order/info

 

Tilmelding – Einstaklingar

https://fsf.atgongumerki.fo/webshop/event/843817/order/info

 

Á heilsufótbóltsdegnum, sum verður á Tórsvølli dýrabiðidag, ið er fríggjadagin 17. mai, fer Snorri Patursson, kostfrøðingur at halda fyrilestur undir heitinum “Át og njótilsi” – Mynd: www.FSF.fo