Samsvarið fær valla verið greiðari. Ert tú fótbóltsspælari, eitur Odmar Færø, ja, so er bara spurningur um tíð, áðrenn tú ert partur av føroyska fótbóltslandsliðnum
Tá ið 22 ára gamli miðverjin Odmar Færø rann á Laugardalsvøllin og fyrstu ferð umboðaði føroyska A-landsliðið í venjingardysti móti Íslandi í august, var hann triði Odmar Færø í røðini, sum hevur spælt á føroyska fótbóltslandsliðnum. 

Abbin Odmar Færø spældi á føroyska fótbóltslandsliðinum í 60-árunum og pápin, Oddmar Færø, spældi fleiri landsdystir í 80-árunum og er skrásettur fyri ein altjóða dyst – á útivølli móti Kypros í 1993. At trý ættarlið, har allir bera sama navn, hava umboðað eitt landslið í somu ítróttagrein, kann ikki annað enn vera ein rár hending í altjóða ítróttaheiminum.

Lagt bragdliga fyri
Tað var ikki hissini skoðsmál nýggjasta skotið á Færø ættini fekk eftir HM-undankappingardystin ímóti Týsklandi. Eftir 3-0 tapið á Hannover Arena, skrivaði Sosialurin soleiðis um avrikið hjá Odmar Færø:

– Spældi ein brand dyst í miðverjuni og átti fleiri ferðir avgerandi fótin ella høvdið á, tá týskararnir blivu steðgaðir. Nógvu tímarnir í Yndi síggjast aftur og Mesut Ozil hevði ongan annan møguleika enn at býta um troyggju við múrin í verjuni. Teir vóru bestu menn á vøllinum fyri hvør sítt lið. Tað var lítið og einki, sum skilti hann frá Gunnari til at verða dagsins leikari.

Lars Olsen hevur stjórnað føroyska landsliðnum tveir dystir og báðar ferðirnar hevur Odmar Færø verið í miðverjuni saman við Rógva Baldvinsson. Sostatt bendir nógv á, at nýggi landsliðsvenjarin vil, at hesir báðir leikarar skulu mynda miðverjuna fyrstu dystirnar í HM undankappingini.

– Eg havi vant rættiliga miðvíst seinastu fimm árini. Úrslitið av arbeiðinum síggi eg nú. Tað er ein heiður at sleppa at umboða føroyska landsliðið, og nú eg eri við at bíta meg fastan, fari eg at gera alt fyri at varðveita plássið í miðverjuni á landsliðnum, sigur Odmar Færø.
Odmar Færø hevur fingið seg royndan á bæði U-19 og U-21 landsliðnum. Hann sat á bonkinum ímóti Norðurírlandi í farnu EM-undankapping, tá ið Brian Kerr stóð á odda fyri føroyska A-landsliðnum, men fyrsti skrásetti dysturin hjá honum var ímóti Íslandi í august í ár.

Bretskan fótbóltsuppvøkstur
Odmar Færø er ein krútsterkur verjuleikari. Hann er skjótur, kontantur og sterkur í luftspælinum. Tað er ikki av tilvild, at miðverjin hevur fleiri eginleikar, ið vanliga verða settir í samband við bretskan fótbólt, tí nýggi verjuleikarin á føroyska landsliðnum hevur havt bretskan fótbóltsuppvøkstur.

Hann var bara trý ára gamal, tá ið hann og familjan fluttu til Bretlands at búgva. Fyrstu tvey árini búleikaðust tey í Onglandi, men í 1995 fluttu tey til skotska býin Aberdeen. Skjótt spratt áhugin fyri fótbólti, og Odmar var ikki gamal, tá hann fór undir skipaða fótbóltsvenjing. Í Aberdeen vandi og spældi hann við fleiri lokalum feløgunum, umframt við skúlaliðum.

Aberdeen Football Festival er ein kapping, sum fleiri føroyingar kenna væl. Tað hevur verið siðvenja, at føroysk ungdómslandslið hava tikið lut í fótbóltskappingini í Aberdeen.

Hjá føroyinginum Odmar Færø var tað ein serlig kensla, tá ið hann tvær reisur, meðan hann búði í Aberdeen, slapp at royna seg ímóti føroyskum ungdómslandsliðum. Fyrru ferð var í 2006, og aftur árið eftir var eitt føroyskt ungdómslandslið mótstøðuliðið.

Føroyameistari
Á sumri 2007 flutti Odmar Færø aftur til Føroya. Ikki óvæntað endaði hann í B36, har bæði pápin og abbin hava spælt á besta liðnum. Frambrotið kom skjótt. Hann var ein brandur í miðverjuni kappingarárið 2008 , og tað bar við sær, at Brøndby gjørdi sáttmála við Odmar í 2009.

– Øll árini í Skotlandi spældi eg á miðvøllinum. Í Føroyum varð eg umskúlaður til verjuleikara. Eg kann ikki lata vera við at nevna stóra týdningin, ið serbiski verjuleikarin Dimitrije Jankovic hevur havt fyri meg. Hann hevur lært meg nærum alt, eg veit um at vera verjuleikari. Vit spældu saman í miðverjuni hjá B36, og hann var ein fyrimyndarligur ráðgevi og vegleiðari, greiðir Odmar frá.

Tað eydnaðist kortini ikki at fáa eitt gjøgnumbrot í Brøndby, og tí vendi hann heimaftur til B36. Í fjør átti hann stóran leiklut á B36-liðnum, sum vann føroyameistaraheitið. Sannførandi avrikini í miðverjuni á meistaraliðinum í fjør vunnu hann inn í landsliðshitan. 

– Saman við Jankovic, má eg vísa á týdningin, sum mamma mín hevur havt seinastu fimm árini. Hon hevur næstan havt eitt fulltíðarstarv at hjálpa mær við øllum, sum hevur havt við fótbólt at gera seinastu árini – bæði á og uttanfyri vøllin, vísir Odmar á.

Lars Olsen tók við sum landsliðsvenjari eftir Brian Kerr í januar í ár. Hann hevur frá fyrsta degi sýnt honum álit. Í fyrsta hópinum, sum danin tók út til venjingarleguna á La Manga, taldist Odmar Færø millum leikararnir, og nú Føroyar hava lagt til brots í HM undankappingini, eru greiðar ábendingar um, at hann verður ein týðandi liður í verjupartinum hjá Lars Olsen.

Nýtt uttanlandsævintýr
Í fjør flutti Odmar Færø aftur til Skotlands at búgva. Hann er farin at lesa International Business Management í Aberdeen. Útbúgvingin tekur fýra ár, og tí verður føroyski landsliðsleikarin uttanlands komandi árini.

Odmar spælir við skotska felagnum Forfar Athletic , sum spælir í triðbestu deildini í Skotlandi. Hann hevur seinastu vikurnar vunnið sær fast pláss í miðverjuni hjá Forfar, sum liggur ovarliga á stigatalvuni.

– Okkara mál er at flyta upp í næstbestu deildina. Vit eru í løtuni á øðrum plássi. Kappingin er skipað soleiðis, at vinnarin flytur beinleiðis upp, og nummar tvey og trý spæla um uppflyting, sigur Odmar Færø.

Eingin leikari hjá Forfar er fulltíðar yrkisleikari. Eins og føroyski landsliðsleikarin hava allir leikararnir hjá skotska felagnum annað at takast enn bara fótbólt. Spurdur um, hvør munurin er á triðbestu triðbestu deildini í Skotlandi við bestu fótbóltsdeildina í Føroyum, svarar Odmar:

– Tað er torført at sammeta. Øðrumegin er leikferðin væl hægri í Skotlandi. Leikararnir eru eisini betur fyri kropsliga, og talan er um nógv fysiskari fótbóltsspæl enn í Føroyum. Hinuvegin eru føroysku feløgini betri fyri taktiskt og fótbóltsskilið er eisini betri í Føroyum, heldur Odmar Færø.

Spennandi útlit
Odmar Færø er eitt úrslit av miðvísa ungdómsarbeiðinum hjá FSF seinnu árini. Hann hevur spælt bæði á U-19 og U-21 landsliðnum, og nú hevur hann tikið fetið upp á føroyska A-landsliðið.

Nýggi miðverjin væntar eina spennandi HM undankapping. Hann vónar at fáa nógva spælitíð undir Lars Olsen og vónirnar um, at Føroyar fara at standa seg væl, eru góðar.

– Tað er einki dulsmál, at vit eru komnir í ein torføran bólk. Kortini vóni eg, at vit megna at skava nøkur stig saman. Vit vístu í venjingardystinum ímóti Íslandi í summar, at knotur er í liðnum. Eg haldi, at vit hava eina góða blanding av ungum og royndum leikarum. Fleiri spennandi og ungir leikarar eru við at bíta seg fastar á landsliðið, og tað boðar frá góðum um framtíðina, vísir hann á.

Odmar Færø og restin av føroyska verjuni fáa helst úr at gera komandi dystirnar, tá ið Svøríki og Írland, ið bæði vóru við EM-endaspælinum í Póllandi og Ukraina í summar, koma á Tórsvøll.

FAKTA:
Odmar Færø – føddur 1. November 1989 – verjuleikari- spælir við Forfar Athletic í Skotlandi- áður umboða B36, Brøndby IF og Keith – spælt tveir landsdystir – spælt 13 ungdómslandsdystir fyri Føroyar 

Visti tú…
At fyrsti altjóða skrásetti landsdysturin hjá Odmar Færø var ímóti Íslandi 15. august 2012?

At pápin Oddmar Færø var á danska juniorlandsliðnum saman við Michael Laudrup, Mogens Krogh og Hendrik Andersen í 1980?

At abbin Odmar Færø spældi sín fyrsta landsdyst móti Hetlandi í 1961?

Greinin omanfyri stóð at lesa í leikskránni, sum varð útgivin í samband við landsdystirnar móti Svøríki og Írlandi. Páll Holm Johannesen hevur skrivað.