U17-landsliðið við dreingjum tapti fríggjadagin stórt fyri Eysturríki. Úrslitið gjørdist 6-0 til eysturríkar
Eftir eitt gott føroyskt avrik í fyrsta dystinum, sum var ímóti Sveis, vóru tað tvey sera ymisk lið, sum í hvør sínum hálvleiki vóru á vøllinum móti Eysturríki. 

Í fyrra hálvleiki av dystinum millum Føroyar og Eysturríki, var talan um ein javnan dyst, har føroyska liðið hevði fleiri skot á mál og aftur hesaferð rakti træverkið. Meinhard Olsen, Hákun Edmundsson og Beteul Hansen høvdu nakrar næskar royndir, men inn vildi bólturin ikki. Nærmastur var Beteul Hansen, tá runavíkingurin heilfluktaði úr 25 metra fjarstøðu. Bólturin brast á stongina og fór út aftur í spæl.

Men sum so mangan, so endutók søgan seg, og eysturríkar skoraðu tvey mál áðrenn steðgin, hóast føroyska liðið hevði greiða yvirvág í spæli og í málmøguleikum.

Tá átta minuttir vóru spældir bleiv støðan 1-0 til Eysurríki, og tveir minuttir fyri hvíldina øktu vertirnir um leiðsluna, og ørkymlanin hjá okkara ungu leikarum var til at fáa eygu á.

Seinni hálvleikur fer ikki at vera festir í minnið fyri tað góða, heldur tvørturímóti. Eysturríkar gjørdu sum teir vildu og skoraðu fýra mál afturat, meðan føroysk dreingirnir høvdu úr at gera, bert við at renna aftaná.

Málmøguleikar vóru eingir til føroyska liðið eftir steðgin, meðan eysturríkar høvdu fullkomuliga tamarhald á dystinum, og eitt størri tap enn neyðugt varð tískil veruleikin.

Leikarar og leiðarahópur vóru sera skuffaðir eftir dystin. Fyrri hálvleikur bar brá av, at liðini vóru sera jøvn, meðan seinni hálvleikur spáddi eina heilt aðra søgu.

Venjarin, Áki Johansen segði soleiðis eftir dystin: "Eg var nøgdur við avrikið í fyrra hálvleiki, tí vit halda allar avtalur, spæla góðan fótbólt, trýsta motstøðuliði og skapa nógvar málmøguleikar. Men samstundis eri eg sera harmur um, at tvær skjótar umstillingar, ið annars er okkara egna vørumerki, geva eysturíkum tvey mál áðrenn steðgin. Um seinna hálvleik er ikki nógv annað at siga, at tað var ein lærdómur fyri okkum allar, at um man mentalt fer heim áðrenn dómarin hevur bríkslað fyri seinastu ferð, so er ikki annað væntandi, enn at vit tapa stórt fyri góðum liðum."

Føroyar: Elias Rasmussen – Bartal Wardum, Jákup F. Hansen, Dánjal Godtfred og Absalon Eliasen – Hákun Edmundsson (liðsk.), Leivur Højgaard, Benjamin Heinesen, Betuel Hansen (Steintór Fagradal, 70′), Jógvan á Lað Jacobsen (Aron Klementsen, 55′) – Meinhard Olsen (Dan Berg í Soylu, 80′).

Emil Rom Madsen, Høgni E. Nielsen, Ari Krosslá Poulsen og Pól Sigurð Kristiansen komu ikki á vøllin.

Nú øll londini hava spælt tveir dystir, er Sveis á odda við fullum stigatali. Eysturríki er nummar 2 við fýra stigum, meðan Kypros, við málleysum javnleiki móti vertstjóðini og 1-5 tapi fyri Sveis, hevur fingið eitt stig. Føroyar hava framvegis sítt fyrst stig tilgóðar.

Seinasta umfar í EM-undankappingini verður spælt mánadagin. Tá møtast Sveis og Eysturríki, og Føroyar og Kypros.

Føroyska ferðalagið kemur heim aftur týsdagin.