Hóast føroyska liðið spældi fult upp við Eysturríki stóran part av dystinum, so vóru gestirnir effektivari og vunnu 3-0
Undan dystinum høvdu leikarar og venjarar góðar vónir um eitt gott úrslit ímóti Eysturríki, men tá avtornaði fóru eysturríkarar avstað við øllum stigunum.
Úrslitið gjørdist 3-0 til Eysturríki, sum var á odda við einum máli í steðginum. Málini hjá eysturríkarum gjørdu Andreas Ivanschitz, Sebastian Prødl og David Alaba.
Føroyska liðið var annars stóran part av dystinum væl við, men í avgerandi løtum vóru føroyingarnir ikki nóg neyvir, ella fekk málverjin hjá Eysturríki, Heinz Lindner, vart væl fyri.
Endaliga støðan í bólki C:
1. Týskland – 28 stig
2. Svøríki – 20 stig
3. Eysturríki – 17 stig
4. Írland – 14 stig
5. Kasakstan – 5 stig
6. Føroyar – 1 stig
Lutakastiið til komandi EM-undankapping verður tann 23. februar 2014.
Súni Olsen fer av vøllinum fyri seinastu ferð sum føroyskur landsliðsleikari – Mynd: Jóanis Albert / jn.fo