Farna vikuskifti varð skipað fyri skeiði fyri eygleiðararnar, sum skulu eftirmeta dómararnar í Effo-deildini í 2014
– Fyri at føroysku dómararnir skulu mennast og blíva betri, er tað av stórum tídningi, at dómararnir verða eftirmettir aftaná hvønn dyst. Tí er eisini neyðugt, at eygleiðararnir mennast, sigur Lassin Isaksen, dómaraleiðari hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Sum fyrireiking til komandi kappingarár, ið byrjar um ein góðan mánað, varð leygardagin 8. februar skipað fyri dómaraeygleiðaraskeiði í FSF-húsinum í Havn.

Á skeiðinum varð serligur dentur lagdur á, at eygleiðararnir eftirmeta dómararnar so eins sum tilber, og har afturat varð kunna um nýggju rangstøðureglurnar, og hvussu tær skulu tulkast.

Tilsamans hevur FSF 12 dómaraeygleiðarar, og til allar dystir í Effo-deildini, verður eygleiðari ásettur.


Instruktørar á eygleiðaraskeiðinum vóru Tummas Pauli Olsen, Niklas á Líðarenda og Lassin Isaksen