Tað gjørdist Eyðvør Klakstein úr KÍ, sum fór avstað við heiðurinum sum besti spælarin í september mánað


Eyðvør Klakstein og liðfelagarnir úr KÍ hava havt eitt framúr kappingarár. Tær hava ongan dyst tapt í landskappingini, og í gjár kundu tær endiliga lyfta FM steypið upp um høvd. Fyri Eyðvør persónliga, man kappingarárið 2023 eisini metast sum eitt sera gott ár. Hon vann heiti sum “Spælarin henda mánaðin” bæði í juni/juli og í august, og nú tá ið atkvøðurnar fyri september mánað blivu taldar saman, var tað aftur Eyðvør, sum fór avstað við heitinum. Eyðvør gjørdist í september rættiliga sannførandi vinnari. Næst eftir henni vóru liðfelagin Rebekka Benbakoura, og síðani Sunniva Willemoes úr HB og Heidi Sevdal úr NSÍ.

Í samband við heiðurin, varð Eyðvør til dystin hjá KÍ í gjár heiðrað við einari glasstandmynd, sum Betri hevur latið, umframt einum gávubrævi á 1000kr frá matstovuni HAPS. Tað var Signe Pries Andersen, landsliðsvenjari, ið handaði Eyðvør vinningin.

At Eyðvør og liðfelagarnir úr KÍ hava skúgva alla mótsøðu til viks í landskappingini í ár, sást aftur í gjár, tá ið KÍ vann 2-0 móti HB á Tórsvølli. Aftur hesaferð kom Eyðvør á máltalvuna, tá ið hon eftir 20 minuttum legði KÍ á odda 1-0. Hetta var 25. málið í 29 dystum hjá Eyðvør í 2023. Hitt málið skoraði Rebekka Benbakoura.

Myndir: Bjarni Enghamar