Mánadagin klokkan 10 fer Eyðun Klakstein at kunngera hópin til UEFA Nations League dystirnar, sum seinni í mánaðinum verða á útivølli móti Armenia og Norðurmakedónia
Hósdagin 14. november fer A-landsliðið við monnum á vøllin aftur, tá útidysturin móti Armenia í UEFA Nations League er á skránni. Og tríggjar dagar seinni, sunnudagin 17. november spæla Føroyar í Skopje í Norðurmakedónia.
Í hesum sambandi verður bjóðað til tíðindafund í Trinstovuni á Tórsvølli í morgin, mánadagin 4. november klokkan 10. Á tíðindafundinum fer Eyðun Klakstein, ið fyribils hevur tikið við sum A-landsliðsvenjari, at kunngera føroyska hópin.
Nú tvey umfør eru eftir at spæla í verandi UEFA Nations League kapping, er Norðurmakedónia fremst í bólkinum við 10 stigum. Nummar tvey og trý eru Armenia og Lettland við 4 stigum í part, meðan Føroyar eru á 4. plássi við trimum stigum.
Hósdagin 14. nov.
Kl. 17:00 Armenia – Føroyar í Jerevan
Sunnudagin 17. nov.
Kl. 14:00 Norðurmakedónia – Føroyar í Skopje