Toppskjúttin í Betri Deildini legði tvey mál afturat rúgvuni, tá Kí vann 2-0 á NSÍ í dag


Úrslitini í 11. umfari í Betri Deildini hjá kvinnum gjørdust hesi:
 
HB-B36 1-1
Í grannauppgerðini máttu HB og B36 taka til takkar við einum máli og einum stigi í part, hóast bæði liðini helst kundu fingið meira burturúr. Málini komu við stuttum millumbili, fyrst legði Sara Samson Lamhauge HB fram um í 27. minutti, og bert seks minuttir seinni fekk B36 brotsspark, sum Olga Kristina Hansen umsetti til mál. 
 
Møguleikar vóru fyri fleiri málum báðar vegir, men meira spurdist ikki burturúr hjá havnaliðunum, sum sostatt samdust um 1-1 javnleik fyri aðru ferð í ár.
 
KÍ-NSÍ 2-0
Í Klaksvík bjóðaði NSÍ føroyameistarunum og oddaliðnum KÍ av, men í 11. dystinum á rað vóru klaksvíkingar við yvirlutan. Heimaliðið kom betri frá byrjan við fleiri málmøguleikum, sum tó ikki góvu úrslit, men eftir ein hálvan tíma bragdaði, tá Evy á Lakjuni slapp fram við Sjarlottu Joensen í NSÍ málinum og trillaði bóltin í netið til 1-0.
 
Møguleikarnir hjá NSÍ fyri at javna vóru til staðar í dystinum, men neyvleikin og ikki minst Heidi Sevdal, sum var úti við leikbanni, manglaði í hjá gestunum. Spenningurin helt sær tó heilt inn í tíðina, sum dómarin hevði lagt afturat. Tá økti Evy á Lakjuni um leiðsluna og sigurin, og við tveimum málum í dag hevur hon bæði styrkt oddastøðuna hjá KÍ og sína egnu støðu sum toppskjútti í deildini við 9 málum.
 
ÍVB-EBS/Skála 1-0
Í Fuglafirði var heimaliðið greitt omaná, sum væntað eisini var frammanundan. Men sigurin hjá ÍVB gjørdist ikki so stórur, sum hann kundi verið, tí hóast nógvar málmøguleikar, megnaðu tær bert at fáa bóltin í netið ta einu ferðina. Men málið hjá Jensu Tórolvsdóttir fimm minuttir fyri hálvleik, var nóg mikið til at tryggja ÍVB trý stig í dag, og tær yvirhála harvið B36 á stigatalvuni. 
 
Leikskráin og stigatalvan í Betri Deildini hjá kvinnum sæst her.