Góðu evropeisku úrslitini hjá KÍ og B36 eru orsøkin til, at broytingar eru gjørdar í leikskránni í Betri Deildini og í steypakappingina hjá monnum
——————
Í samráð við feløgini, hevur kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya í fyrstu atløgu avgjørt, at tríggir dystir í landskappingini, og ein dystur í steypakappingini vera fluttir til annað dato.
Orsøkin er góðu úrslitini hjá KÍ og B36 í ávikavist UEFA Champions League og í UEFA Conference League.
Dysturin millum 07 Vestur og B36, sum skuldi vera sunnudagin 6. august, er fluttur til mánadagin 7. august, samstundis sum dysturin millum EB/Streym og KÍ, ið eisini skuldi verði spældur komandi sunnudag, er útsettur til mikudagin 27. september.
Harafturat er dysturin millum Víking og KÍ, sum skuldi vera í Gøtu sunnudagin 13. august, framskundaður til fríggjadagin 11. august.
Hesar broytingar hava við sær, at seinna hálvfinalan í kappingini um Løgmanssteypið millum B68 og EB/Streym, sum skuldi vera á Svangaskarði 27. september, í staðin verður spæld mikudagin 20. september.
Dagføring 7. august
Hálvfinalan millum B68 og EB/Streym verður spæld sunnudagin 3. september.