Atli Gregersen hevur givið avboð til venjingaleguna í Thailandi, og í staðin er Erling Jacobsen úttikin
Miðverjin og liðskiparin hjá Víkingi, Atli Gregersen, verður kortini ikki við, tá føroyska A-landsliðið við monnum hósdagin setir kós móti Bangkok í Thailandi, har landsliðið næstu vikuna fer á venjingarlegu.
Atli Gregersen hevur fingið forfall, og sær hann seg tískil ikki føran fyri at fara langa túrin til Thailand.
Í staðin fyri Atla Gregersen, hevur Lars Olsen, landsliðsvenjari, úttikið Erling Jacobsen, sum sostatt avloysir liðfelagan á A-landsliðnum.
Føroyska ferðalagið fer úr føroyum hósdagin seinnapartin, og kemur væntandi fram til Bangkok í Thailandi tíðliga leygarmorgunin.
Hósdagin 21. februar spæla Føroyar og Thailand vinardyst í Bangkok.