Føroyska manslandsliðið spældi ein góðan dyst í Skopje, men tá avtornaði vann Norðurmakedónia 1-0, sum skoraði málið tá níggju minuttir vóru eftir av dystinum

——————

Tað sá leingi út til, at føroyska manslandsliðið fór at fáa javnleik á Todor Proeski Stadion í Skopje, har norðurmakedónar tóku ímóti. Men tá 81 minuttir vóru spældir bragdaði hjá heimaliðnum, og venjingardysturin millum Norðurmakedónia og Føroyar endaði 1-0.

Føroyska liðið stóð seg væl, og um eitt sindur av hepni var við okkara spælarum, so fingu teir okkurt mál. Stefan Radosavljevic kom at standa væl fyri í fyrra hálvleiki, men skotið fór omanfyri, og søgan endurtók seg í seinna hálvleiki, tá Sølvi Vatnhamar fekk møguleikan úr góðari støðu.

Men sum heild var talan um eitt gott avrik, og tað er einki at ivast í, at framtíðin hjá føroyska A-landsliðnum við monnum sær spennandi út.

Meðan Føroyar royndu seg í venjingardysti, spældu hini londini í okkara bólki EM-undankappingardystir. Moldova og Kekkia spældu málleysan javnleik, og í Póllandi vann heimaliðið 1-0 á Albania.

Næst á skránni hjá føroyska manslandsliðnum eru heimadystirnir móti Kekkia og Albania, sum vera á Tórsvølli 17. og 20. juni.

Myndir: Hans Erik Danielsen