Bill McLeod Jacobsen, annar av U21-landsliðsvenjarunum, sær við spenningi fram til dystin ímóti Rumenia, sum verður spældur 5. mars
– Hetta er enn ein spennandi uppgáva fyri føroyska U21-liðið. Stóra avbjóðingin hesaferð verður at spæla tíðandi dyst so tíðliga á árinum, áðrenn føroyska kappingin er farin í gongd. Men flestu leikararnir hava verið í gongd allan veturin, og skuldu tí verið væl fyri til dystin ímóti Rumenia, sigur Bill McLeod Jacobsen, annar av føroysku U21-landsliðsvenjarunum.

Tá Rumenia vitjaði á Svangaskarði í juni mánaða í fjør, var føroyska liðið spælstýrandi allan fyrra hálvleik. Men eftir steðgin komu rumenar meir við í dystin, og stutt fyri leiklok komu gestirnar á odda, eftir at Gunnar Zachariassen hevði lagt Føroyum fram um 1-0 í fyrra hálvleiki. Kortini eydnaðist føroyska liðnum at javna til 2-2, tá Poul Ingason í seinastu sekundunum setti bóltin í rumenska málið.

Bara eitt stig á Svangaskarði ímóti Føroyum vóru rumenar als ikki nøgdir við, og stutt eftir varð Emil Sandoi sagdur úr starvi sum venjari hjá rumenska U21-landsliðnum.

– Dystirnir ímóti Rumenia á heimavølli og Tysklandi á útivølli eru nokk bestu dystir hjá okkum í hesari undankappingini. Tað, ið eyðkennir hetta ættarliðið av U21-leikarum, er at teir fáa mál í nærum hvørjum dysti. Tríggjar ferðir hava vit skorað tvey mál, men kortini hevur hetta tíverri bara rokkið til eitt stig, sigur Bill McLeod Jacobsen.

Síðani seinasta dyst hjá føroyska U21-landsliðnum, sum var í november í fjør á útivølli móti Írlandi, er føroyska liðið nakað skert til dystin ímóti Rumenia.

Gilli Sørensen, Hallur Hansson, Sonni Ragnar Nattestad og Teitur Gestsson eru úttiknir til A-landsliðið, ið um somu tíð skal á venjingarlegu í Spania, og verða tískil ikki við í U21-ferðalagnum til Bukarest.

Har afturímóti er Hørður Askham tøkur aftur, eftir at miðverjin var leikbannaður til dystin móti Írlandi í november.

– Sjálvandi vildu vit spælt við sterkastu manning, men hinvegin kunnu vit bara fegnast um, at fleiri av okkara leikarum fáa møguleikan á A-landsliðnum. Hetta hevur samstundis við sær, at aðrir sleppa at royna seg á U21, og sum fegnir vilja vísa hvør dugur er í teimum, og tað er ofta tá, góðu úrslitini koma, sigur Bill McLeod Jacobsen at enda.