Í seinasta dystinum í mini-kappingini í Litava tapti føroyska U19-landsliðið við gentum 1-0 ímóti Wales
Tað gjørdist til eitt tepurt tap, tá føroyska U19-landsliðið við gentum spældi seinasta dystin í mini-kappingini í Vilnius í Litava.
Mótstøðuliðið í dag var Wales, sum undan hesum dystinum hevði vunnið 1-0 móti bæði Litava og Aserbaijan, og ímóti Føroyum gjørdist úrslitið eisini ein tepur 1-0 sigur til walisisku genturnar.
Sum heild var talan um ein javnan dyst, við fáum málmøguleikum til bæði liðini. Seinastu løtuna royndu føroysku genturnar at trýsta fyri at fáa útjavnandi málið, og tá fáir minuttir vóru eftir at spæla, var nær við at bólturin endaði í walisiska málinum. Men frísparkið frá Jensu Olsen fór beint omanfyri.
Eftir dystin varð liðskiparin, Katrina Akursmørk vald til dagsins leikara á føroyska liðnum.
Veðrið í Vilnius í Litava hevur verið sera gott seinastu dagarnar, og í dag eru millum 25 og 30 hitastig.
Føroyska ferðalagið verður aftur í Føroyum seinnapartin í morgin, mánadagin.