Føroyska U19-landsliðið tapti eisini triðja dystin í EM-undankappingini, sum seinastu vikuna hevur verið í Estlandi
Tíggju minuttir eftir steðgin legði Poul Ingason Føroyar á odda, men tá avtornaði tapti føroyska U19-landsliðið við dreingjum 2-1, tá seinasti dystur í EM-undankappingini varð spældur í dag.

Sigursmálið hjá estum varð skoraði tveir minuttir fyri leiklok, og tað vóru tískil nakrir sera skuffaðir føroyskir leikarar ið fóru av vøllinum, tá dómarin bríkslaði fyri seinastu fer á Lillekula Stadion í Tallinn.

Dysturin millum Ongland og Ukreina endaði við javnleiki 1-1, og tað hevur við sær, at Ongland vann EM-undankappingarbólk 12, við betri málmuni enn Ukreina. Ongland og Ukreina fingu 7 stig, Estland 3, meðan Føroyar einki stig fingu í hesari undankapping fyri U19-landslið.