Tríggir sigrar og tvey tap gjørdist úrtøkan hjá U15-landsliðnum við dreingjum, sum farnu dagarnar hevur tikið lut í EfB Spar Nord Elite Cup í Esbjerg í Danmark

——————

Eftir eina heldur tunga byrjan, gjørdist EfB Spar Nord Elite Cup 2021 ein góð, spennandi og ikki minst mennandi kapping fyri U15-landsliðið við dreingjum, sum seinastu dagarnar hevur verið í Esbjerg í Danmark.

Í fyrsta dystinum taptu okkara dreingir fyri AC Horsens, men talan gjørdist kortini um ein læruríkan dyst fyri føroyska liðið.

– Eg haldi at spælararnir lærdu serliga nógv tann fyrsta dagin, og vístu síðan sera góð avrík í teimum fýra næstu dystunum.

– Vit hava avbjóðingar við orku í mun til donsku javnaldrarnar, tí tað vísti seg, at okkara klára væl at fylgja við allan fyrra hálvleiki og út í seinna, men so byrjar orkan at ganga undan. Taktiskt eru vit eisini eitt sindur aftanfyri. Hinvegin, so eru okkara spælarar væl fyri tekniskt, og hava ein framúr hugburð og stríðsvilja, sigur venjarin, Áki Johansen, við heimasíðuna hjá FSF.

Stóri spælarin á føroyska liðnum gjørdist Jákup Henriksen. Í fyrsta dystinum spældi Jákup á høgra bakki, men bleiv síðan fluttur í álopið, ið skuldi vísa seg at vera ein skilagóð avgerð. Jákup Henriksen skeyt nevniliga fýra av teimum fimm málunum, ið Føroyar fingu í kappingini.

Føroyska liðið tapti fyri AC Horsens og B93, men vunnu móti Roskilde KFUM, AB Gladsaxe og Hvidovre BK. Endaliga støðan gjørdist sostatt, at Føroyar endaðu á einum deildum 4. plássi av teimum 20 liðunum, ið luttóku.