Bill McLeod Jacobsen og Heðin Askham hava úttikið hópin til EM-undandystirnar móti Rumenia og Montenegro

Fríggjadagin 7. juni spælir føroyska U21-landsliðið fyrsta dystin í komandi EM-undankapping, tá Føroyar og Rumenia bresta saman á Svangaskarði á Toftum, og fýra dagar seinni, týsdagin 11. juni skal føroyska liðið royna seg á útivølli ímóti Montenegro. 

Í hesum sambandi hava U21-landsliðsvenjararnir, Bill McLeod Jacobsen og Heðin Askham úttikið hesar 19 leikararnar:

Málverjar:
Kristian Joensen, NSÍ Runavík

Verjuleikarar:
Beinur Ellefsen, AB Argir
Hørður Askham, B36 Tórshavn
Rógvi E. Nielsen, EB/Streymur
Sonni Ragnar Nattestad, FC Midtjylland (DK)
Odmar Marstein, KÍ Klaksvík
Gunnar Christiansen, KÍ Klaksvík
Bárður Hansen, Víkingur

Miðvallarar:
Eli F. Nielsen, 07 Vestur
Rene S Joensen, Brøndby IF (DK)
Bogi Reinert Petersen, ÍF Fuglafjørður
Ivan Joensen, KÍ Klaksvík
Rógvi Joensen, TB Tvøroyri
Heðin Hansen, Víkingur

Framherjar:
Gilli Sørensen, B36 Tórshavn
Gunnar Zachariasen, EB/Streymur
Ári Ellingsgaard, ÍF Fuglafjørður
Árni Frederiksberg, NSÍ Runavík
Pól Ingasson, TB Tvøroyri

Í fyrstu atløgu er bara ein málverji úttikin, men um ikki alt ov langa tíð vita venjararnir, hvør næsti málverjin skal verða.

Tilsamans skal føroyska U21-landsliðið spæla átta dystir í komandi EM-undankapping. Seks dystir verða spældir í ár, og tveir í 2014.

Úttøkubræv