Fyrsta vikusiftið í november vóru Eli Hentze og Hegga Samuelsen, saman við norska venjarafelagnum, á vitjan í italska stórfelagnum AC Milan
Í døgunum 1. til 3. november vóru Eli Hentze og Hegga Samuelsen á ferð í Milano í Italia, har teir báðir, saman við einum íslendingi, einum dana og 35 norðmonnum, ið umboðaðu norska venjarafelagið, vitjaðu italska stórfelagið AC Milan.

Kunnað varð um felagið AC Milan, Milan Academy-leikaramenningina og um MilanLab, ið fylgir øllum leikarum felagsins, og kannar leikararnar við øllum hugsandi tólum og royndum.

Á ferðini varð eisini kunnað um samstarvsavtaluna millum norska felagið Stabæk Fotball og AC Milan, umframt at ferðalagið var til dystin í Seriu A, millum AC Milan og Fiorentina.

Ein longri frágreiðing frá túrinum kann lesast HER