Gestur í FSF Varpinum hesaferð er Eli Hentze. Umframt at meta um teir fimm dystirnar í Betri Deildini hjá monnum, sum verða sunnudagin, verður eisini hugt fram ímóti U21-dystinum móti Póllandi

Komandi sunnudag verður fult umfar í Betri Deildini hjá monnum á skránni. Og sambært Eli Hentze, ið er gestur í FSF Varpinum hesaferð, er talan um fimm greiðar favorittar.

 

Har afturat verður eisini hugt fram ímóti U21-landsdystinum móti Póllandi, sum verður fríggjadagin 7. september.