Hóast føroyska liðið var betri, so eydnaðist tað Makedonia at fáa eitt stig við úr Gundadali

U21 EM-undankappingardystur
Føroyar – Makedonia 1-1 (0-0)
1-0: Kirce Ristevski (sm.)
1-1: Ilija Nestorovski

Føroyska U21-landsliðið hevur í kvøld spælt javnleik 1-1 ímóti Makedonia. Talan var um EM-undankappingardyst til europameistaraheitið fyri U21-landslið sum verður í Ísrael komandi ár.

Sjálvsamt sjálvmál
Eftir málleysan fyrra hálvleik, løgdu føroyingar seg á odda tá seinni hálvleikur var tíggju minuttir gamal.
Í vandaleysari støðu varð bólturin spældur aftur til makedonska málverjan. Men málverjin var óheppin og gleið, og so trillaði bólturin spakuliga í málið.

Føroyska leiðslan helt sær til eitt lítið korter var eftir at spæla, so javnaði Makedonia. Málskjútti var Nestorovsk.

Eftir útjavnandi málið trýstu makedonar fyri at fáa sigursmálið, men føroyska verjan stóð sera væl, og tí gjørdist tað ongantíð vandamikið frammanfyri málinum hjá Kristian Joensen.

Hinvegin kundi føroyska liðið havt avgjørt dystin til egnan fyrimun, tá fimm minuttir vóru eftir at spæla. Hallur Hansson kom at standa væl fyri, men makedonski málverjin bjargaði meistarliga.

Sostatt fingu liðini hvør sítt mál og hvør sítt stig, sum makedonar saman um tikið kunnu vera glaðir fyri. Føroyska liðið var betri, og høvdu uppiborið meir enn bara tað eina stigið.

Føroyar-Serbia
Longu týsdagin 5. juni skal føroyska U21-landsliðið aftur í eldin, tá Serbia kemur á vitjan í Gundadali.

Eftir fimm dystir eru serbar fremst í EM-undankappingarbólki 4 við 11 stigum. Makedonia er nummar 2 við 9 stigum. Føroyska liðið hevur eftir seks dystir fingið 2 stig.