Vegna ov lítla undirtøku verður fóttenniskappingin á Føroyaleikunum av ongum


Eftir ætlan skuldi fótbóltur vera partur av Føroyaleikunum hjá ÍSF í heldur alternativari útgávu, nevniliga við kapping í fóttennis. Men staðfestast kann nú tíverri, at grundarlag ikki er fyri at skipa fyri kappingini, tí tilmeldingarnar eru ov fáar í tali.

Tískil verður fótbóltur ikki við á Føroyaleikunum, men vit ynskja tó ÍSF og øllum teimum luttakandi sersambondunum alt tað besta við tiltakinum.