Nú er greitt, at eingir útlendskir áskoðarar fáa atgongd til A-landsdystirnar móti Ísrael, Danmark og Moldova. Sostatt verða umleið 600 atgongumerki afturat sett til sølu til føroyskar fjepparar
——————
– Vit høvdu ikki væntað nógvar áskoðarar frá Ísrael ella Moldova, meðan danska fótbóltssambandið, DBU ynskti umleið 600 atgongumerki, sum bleiv teimum játtað.
– Men nú eru boðini frá FIFA og UEFA, at vegna korona sleppa vit ikki at selja atgongumerki til áskoðarar hjá vitjandi liðnum. Hinvegin, so hevur hetta við sær, at nú fáa vit fleiri føroyskar fjepparar á Tórsvølli, og tað gleðast vit sjálvandi um.
Soleiðis sigur varaaðalskrivarin hjá Fótbóltssambandi Føroya, Kristin Dam Ziska, við heimasíðuna hjá FSF.
Fyrstu vikuna í september skal A-landsliðið við monnum spæla tríggjar HM-undankappingardystir á heimavølli. Mikudagin 1. september móti Ísrael, leygardagin 4. september móti Danmark, og tríggjar dagar seinni, týsdagin 7. september koma moldovar á vitjan.
Men tað verður uttan áskoðarar frá vitjandi londunum. FIFA og UEFA hava í felag avgjørt, at eingir útiáskoðarar sleppa til landsdystirnar í september. Vitjandi landið hevur annars rætt til 5 prosent av stadionkapasitetinum, ella í minsta lagi 400 vanlig atgongumerki.
Atgongumerki fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Pláss er fyri beint omanfyri 5.000 áskoðarum á Tórsvølli. Í løtuni eru gott og væl 3.000 atgongumerki seld til komandi dystir.