Vegna koronastøðuna í løtuni hevur Fótbóltssambandið gjørt av at úseta allar dystir í lands- og steypakappingunum, sum skuldu spælast til og við hósdagin 10. juni
Støðan við fótbóltinum verður viðgjørd so hvørt, sum koronastøðan í samfelagnum broytist. Havandi gongdina seinastu dagarnar í huga, er tí avgjørt at útseta allar dystir í heimligu kappingunum, sum skuldu spælast til og við hósdagin 10. juni.
Landsdystir verða framvegis spældir komandi dagarnar, men tað verður sum kunnugt uttan áskoðarar.