Føroyski dómaratrýbólkurin við Eiler Rasmussen, Kristian Sofus Petersen og Jan á Líðarenda, fær veruliga roynt seg í hesum døgum í Copa Del Sol Cup á La Manga í Spania
– Tað er ótrúliga deiligt at sleppa at døma dystir so tíðliga á árinum og undir so góðum umstøðum, sigur Eiler Rasmusen, sum í hesum døgum er dómari í Copa Del Sol Cup í Spania.

Fyrr í vikuna fóru Eiler Rasmussen, Kristian Sofus Petersen og Jan á Líðarenda til La Manga í Spania, har teir hesar dagarnar skulu døma tríggjar dystir í Copa Del Sol Cup 2014.

Tíggju lið eru við í kappingini, har kend og minni kend lið úr øllum heiminum nýta møguleikan at spæla krevjandi dystir, áðrenn heimliga kappingin byrjar aftur, eftir vetrarsteðgin.

Fyrsta avbjóðingin hjá føroyska trýbólkinum var mánadgain, tá Eiler, Kristian Sofus og Jan leiddu dystin millum FC Astra, ið er oddalið í rumenskum fótbólti, og norska stórfelagið Rosenborg, og týsdagin dømdu føroyingarnir dystin millum angolska liðið, Benfica Luanda, og Haugesund, úr Noregi.

– Tað hevur sum heild gingist okkum væl. Í dystinum millum FC Astra og Rosenborg var leikferðin rættuliga høg, meðan dysturin millum Benfica Luanda og Haugesund var meira rótutur, sigur Eiler Rasmussen úr La Manga í Spania.

Seinasta uppgávan hjá Eiler, Kristian Sofus og Jan verður fríggjadagin, tá teir skulu døma dystin millum norska Strømgodset og Benfica Luanda.