Leygardagin 24. august skipar Giza/Hoyvík, í samstarvi við FSF og EIK Banka fyri EIK Street FM 2013 á økinum við Tórsvøll. Eisini verður skipað fyri ymiskum barnatiltøkum í samband við steypafinalurnar komandi vikuskifti

Fríggjadagin 23. august og leygardagin 24. august verður Tórsvøllur karmur um ársins steypafinalur hjá bæði gentum og dreingjum, og kvinnum og monnum. 

Steypafinaluvikuskifti, sum Fótbóltssamband Føroya skipar fyri, endar leygarkvøldið, tá finalan um Løgmanssteypið millum EB/Streym og Víking, verður bríkslað í gongd kl. 19:45.

Í sambandi við steypafinalurnar skipar Giza/Hoyvík, í samstarvið við FSF, eisini fyri Eik Street FM 2013.

Kappingin er deild í aldursbólkarnar, U8, U10, U12 og U14, og er sjálvandi fyri bæði gentur og dreingir. Heiðursmerkir eru til nr. 1, 2 og 3 í hvørjum aldursbólkið.

Leikarar: 4 útileikarar + málverja + møguligan skiftisleikara.

Kostnaður: 200 kr. pr. lið.

Tilmelding á tlf. 73 74 25 ella [email protected]. Seinasta freist fyri tilmelding er hósdagin 21. august 2013.

Dribli-, skot- og jonglerin-kapping
Umframt Túnabólt (Street Soccer), verður eisini stórt fótbóltsbarnaland á økinum við Tórsvøll leygardagin.
Millum annað verður møguleiki at luttaka í dribli-, skot- og jongleri-kapping, har vinnarin fær møguleikan at vera maskottur til ein av landsdystunum hjá føroyska A-landsliðnum í heyst.

Tað er ókeypis at royna seg í fótbóltslandinum.