Hann hevur vunnið danska meistaraheitið fýra ferðir, donsku steypakappingina tvær ferðir og gjørdist europameistari við Danmark í 1992. Í dag er Mogens Krogh málmansvenjari hjá føroyska A-landsliðnum

– Størsta upplivilsi hjá mær sum fótbóltsleikari, er uttan iva EM-sigurin við Danmark í 1992. Sjálvt um eg ongan minutt fekk á vøllinum í kappingini, so var tað kortini stórt at vera partur av liðnum, sum gjørdist europameistari hetta árið. 

Orðini eigur Mogens Krogh, sum hevur spælt 10 A-landsdystir fyri Danmark, vunnið danska meistaraheitið við Brøndby fýra ferðir og vunnið donsku steypakappingina tvær ferðir. Í 1991 var Mogens Krogh við til at innvíga vøllin á Svangaskarði, og í dag er fyrrverandi Brøndby-legendan málmansvenjari hjá føroyska A-landsliðnum.

Til dagligt arbeiðir Mogens Krogh sum sponsorkonsulent fyri Nordvest FC, sum spælir í triðbestu deildini í Danmark.

Skuldi ongantíð verða venjari
Serliga kappingarárið 1995/1996 stendur fast í minninum hjá Mogens Krogh. Hetta árið avgjørdi Krogh í veruleikanum danska meistaraheitið til fyrimuns fyri Brøndby.

Teir gulu og bláu vóru í harðari kapping við AGF um 1. plássið í Superliguni, og á triðseinasta leikdegi spældi Brøndby á útivølli í Århus.

Støðan var 3-2 til heimaliðið, tá vanliga leiktíðin var farin. Men í seinasta minutti av yvirtíðini fekk Brøndby horna, og Mogens Krogh fór fram.

Hornasparkið varð sent væl innfyri, og millum vinir og fíggindar skallaði Brøndby-málverjin bóltin í netið.

Dysturin endaði 3-3, og tvær vikur seinni gjørdist Brøndby danskur meistari, meðan AGF bleiv nummar 2 í Superliguni.

– Tá eg gavst at spæla fótbólt fyri meir enn tíggju árum síðani, hevði eg als ongar ærlanir um at blíva venjari. Men seint í 2008 tók eg, saman við einum øðrum, við starvinum sum venjari í 2. deildarfelagnum Hvidovre, og frá januar 2009 til endan av 2010 var eg stjóri í felagnum. Eg kundi tó ikki vera stjóri og venjari samstundis, umframt at felagið var í stórum fíggjarligum trupulleikum, sum millum annað høvdu við sær, at stjórastarvið í felagnum bleiv avtikið. Men eg lærdi rættuliga nógv í hesum tíðarskeiði, og havi síðani tikið fleiri venjaraskeið, sigur Mogens Krogh, ið nú kortini ætlar sær at gerðast venjari.

Viljen til at ville
At tað bleiv Mogens Krogh, ið gjørdist málmansvenjari hjá føroyska A-landsliðnum, var ikki ætlanin, tá Fótbóltssamband Føroya av fyrstan tíð vendi sær til fyrrverandi Brøndby-málverjan.

– Lars Olsen ringdi til mín vegna FSF, og spurdi, um eg hevði hug at koma til Føroyar í sambandi við málmansvenjaraskeiðskeið. Samstundis spurdi Lars, um tað kundi verið eitt hugskot, at eg eisini gjørdist málmansvenjari hjá A-landsliðnum. Bæði tvey ljóðaðu spennandi, men eg havi framvegis ikki havt nakað málmansvenjaraskeið í Føroyum. Hinvegin havi eg verið partur av landsliðnum síðani august í fjør, og tað hevur dámt mær væl, sigur Mogens Krogh, sum letur væl at góðskuni á føroysku málverjunum.

– Eg havi sæð allar málverjarnar í føroysku kappingini, og eg má siga, at støðið er høgt. Gunnar Nielsen hevur altjóða støði, og longur niðri á teimum ymsu U-landsliðunum eru fleiri málverjar, sum kunnu koma langt, eru orðini hjá Mogens Krogh, ið heldur, at føroyingar hava ein góðan og professionellan hugburð til fótbóltin.

– Mær dámar væl at arbeiða við føroyingunum. Vit skilja væl hvønn annan, og eg haldi, at føroyingar hava rætta hugburðin og viljan, ið skal til, fyri at ein skal flyta seg rætta vegin. "Det handler om at have viljen til at ville", og tað hava føroyingar, sigur Mogens Krogh, sum seinni í hesum árinum fyllir 50 ár, at enda.


 


16. mai 1996. Mogens Krogh hevur javnað til 3-3 á útivølli móti AGF, og tvær vikur seinni gjørdist Brøndby danskur meistari