HM-undankappingardysturin móti Ísrael var A-landsdystur nummar 50 fyri Brand Hendriksson Olsen, sum fekk sínar fyrstu minuttir á Windsor Park í Belfast fyri sjey árum síðani

——————

HM-undankappingin hjá A-landsliðnum við monnum er av á hesum sinni. Seinasti dysturin varð spældur á Nethanya Stadion í Ísrael, sum ísraelar vunnu tepurt 3-2. Føroyar endaðu harvið sum nummar 5 í bólkinum við 4 stigum, og einari málúrtøku upp á 7-23.

Men hóast tap, so gjørdist talan um ein søguligan dyst fyri Brandur Hendriksson Olsen. Hetta var nevniliga 50. ferð at skálvíkingurin umboðaði Føroyar í altjóða skrásettum A-landsdysti.

– Eg elski at spæla á landsliðnum, og tað er líka stórt hvørjaferð – einki undantak. Hetta er eisini tað størsta, sum vit fótóltsspælarar kunnu røkka, og eg njóti hvønn minutt á landsliðnum, sigur Brandur Hendriksson Olsen við heimasíðuna hjá FSF.

Tað var annars eitt drúgt tíðarskeið, har Brandur, orsaka av skaða ikki var tøkur til landsdystir, og í 2017 kom hann ongantíð á vøllin fyri Føroyar.

– Frá á heysti í 2016 til á vári í 2018 spældi eg ongan landsdyst, og hetta tíðarskeiðið fór eg at ivast í, um eg nakrantíð fór at fáa møguleikan aftur. Men Lars Olsen trúði upp á meg, og tað, at hann vísti mær álit, er ein av orsøkunum til, at eg eri komin so væl fyri meg aftur, fortelur Brandur, sum í sínum 50 landsdystum hevur skorað 6 mál fyri Føroyar.

Næst á skránni hjá A-landsliðnum er UEFA Nations League. Fýra dystir verða spældir í juni, og síðan tveir í september. Hesaferð vera Føroyar í deild C, saman við Turkalandi, Slovakia, Bulgaria, Norðurírlandi (styrkisbólkur 1), Grikkalandi, Hvítarusslandi, Luksemborg, Norðurmakedónia (styrkisbólkur 2), Litava, Georgia, Aserbadjan, Kosovo (styrkisbólkur 3), Kasakstan/Moldova, Kýpros/Estland og Gibraltar (styrkisbólkur 4).

Lutakastið til UEFA Nations League 2022/2023 verður avgreitt 16. desember. Føroyar koma í bólk saman við einum landi úr styrkisbólkunum 1, 2 og 3.

– Vónandi trekkja vit nøkur spennandi lond. Men sum eg skilji, so er meginpartin av londunum eysturevropeisk, og tað passar ofta illa til okkara spælistíl. Men vit fara altíð á vøllin fyri at vinna, hóast uppgávan mangan er trupul, sigur Brandur Hendriksson Olsen at enda.

Navn
Brandur Hendriksson Olsen

Føddur
19. desember 1995 í Skálavík

Feløg
B71 (2011)
FC Keypmannahavn (2012-2016)
Vendsyssel FF (2016)
Randers FC (2017-2018)
FH Hafnarfjørður (2018-2019)
Helsingborg IF (2020-)

Landsdystir
A: 50
U21: 4
U19: 6
U17: 10

Fotografar: Andri Gerðisá, Bjarni Enghamar, Ólavur Frederiksen og Hans Erik Danielsen