Tað var ein ikki sørt bilsin Andreas Lava Olsen, sum frá einum vinmanni fekk at vita, at hann var úttikin til venjingarleguna í Thailandi
Eftir landsliðssteðg í meir enn trý ár, er Andreas Lava Olsen aftur í føroyska landsliðshitanum. Men tað er ikki frítt, at leirvíkingurin gjørdist bilsin, tá hann fekk boðini um landsliðsúttøkuna hesaferð.

– Eg las á heimasíðuni hjá FSF, at landsliðið skuldi á venjingarlegu í Thailandi. Beinanvegin hugsaði eg, at tað hevði verið fantastiskt at fingið møguleikan aftur á føroyska landsliðnum, men tá eg samstundis las, at Lars Olsen fáar dagar seinni fór at úttaka hópin, væntaði eg als ikki at verða boðsendur, sigur Andreas Lava Olsen, sum ikki helt seg hava nakran møguleika at kunna vísa seg fram fyri landsliðsvenjaranum.

Men seinni sama dag ringdi ein vinmaður til Andreas og fortaldi honum, at Andreas Lava Olsen var millum teir 20 leikararnar, ið Lars Olsen hevði úttikið til venjingarleguna í Thailandi.

Lava skorar nógv mál
Seinast leirvíkingurin var partur av føroyska A-landsliðnum, var í september 2009, tá Føroyar spældu tveir tættar EM-undankappingardystir móti Eysturríki og Litava.

Dystin í Eysturríki taptu Føroyar 3-1. Einsamalla føroyska málið gjørdi Andreas Lava Olsen, tá kviki leirvíkingurin, við teimum stóru bakkenbartarunum, rann frá eysturríksku verjuni og skoraði.

Fýra dagar seinni vitjaði Litava á Svangaskarði, og tá vunnu Føroyar 2-1. Andreas Lava fekk seinastu minuttirnar í álopinum, men síðani tá hevur lítið og einki verið at sæð til kvika framherjan úr Leirvík.

– Eg havi verið rættuliga nógv plágaður av skaðum, siðani eg fór til Danmarkar at lesa fyri tveimum árum síðani, og havi ikki spælt so nógv, sum eg ætlaði. Men eftir summarsteðgin í fjør byrjaði eg av álvara at venja aftur og nú gongur væl, og tað hevur tað eisini gjørt í seinastu dystunum fyri FREM, sigur Andreas Lava Olsen.

Góða gongdin sæst eisini aftur í málskjótingini. Í seinastu seks dystunum fyri Frem, sum spælir í triðbestu deildini í Danmark, hevur leirvíkingurin skorað fimm mál.

– Eg ætli mær at gera tað so gott sum eg kann fyri Frem, og vónandi hevur tað við sær, at Lars Olsen, eisini eftir venjingarleguna í Thailandi, fer at hava brúk fyri mær á landsliðnum, sigur Andreas Lava Olsen.

Ikki heim enn
Eftir at hava verið partur av besta liði hjá Víkingi í nøkur ár, fór Andreas Lava Olsen til Danmarkar í januar 2010, at ganga á læraraskúla. Og um alt gongur eftir ætlan, so verður leirvíkingurin útbúgvin lærari um hálvt annað ár.

Men stendur tað til Andreas Lava, so vendir hann ikki heim aftur beinanvegin, eftir loknan lesnað.

– Eg trívist væl í Frem, og har fari eg væntandi at spæla nøkur ár afturat. Tað er heldur ikki so lætt at skifta felag og fáa nýggjar sáttmálar í hesum døgum, sigur Andreas Lava Olsen, sum møguliga fer undir víðari lesna, tá hann á sumri í 2014 verður liðugur við læraraútbúgvingina.