Leygardagin 23. november klokkan 11:00 fer fyrsta eFótbóltskappingin í Føroyum av bakkastokki, tá fyrra umfari í innleiðandi kappingini verður spælt í handlinum hjá Føroya Tele í Saltangará
Føroyar eru við í nýggju altjóða fótbóltskappingini hjá UEFA, eEURO 2020, har kappast verður í telduspælinum eFootball PES2020. Talan er eisini um fyrstu FM-kapping í eFótbólti, umframt at fyrstu føroysku eLandsliðsspælararnir skulu finnast.
Tað eru Fótbóltssamband Føroya og Føroya Tele, sum í felag skipa fyri eFótbóltskappingini.
Kapingin verður skipað sum tvey innleiðandi umfør, og síðani einum finaluumfari. Spælt verður á átta Play Station-básum, sum eru serframleiddir til eFótbóltskappingar.
Fyrra innleiðandi umfarið verður spælt í handlinum hjá Føroya Tele í Saltangará í morgin, leygardagin 23. november, og byrjað verður klokkan 11:00.
Seinna innleiðandi umfarið verður spælt í handlinum hjá Føroya Tele í miðbýnum í Havn týsdagin 26. november. Og tað ber framvegis til at boða frá luttøku til umfarið í Havn. Tilmeldingin fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF, ella við at trýsta H E R.
Kappingin verður skipað í tveimum aldursbólkum. Í yngra bólkinum kappast tey sum eru 15 ár og yngri, meðan í eldra bólkinum kappast tey, sum eru 16 ár og eldri.
Í yngra aldurbólkinum verður kappast um føroyameistaraheitið, meðan í eldra aldursbólkinum verður kappast um føroyameistaraheitið, umframt eitt pláss á føroyska eLandsliðnum, ið skal umboða Føroyar í eEURO 2020-undankappingini.
Fýra luttakarar spæla seg víðari úr innleiðandi kappingunum, og beinleiðis í finaluumfarið, sum verður í høvuðssætinum hjá Føroya Tele í Hoyvík leygardagin 30. november.
Leikskráin fyri kappingarnar
16 ár og eldri (kappast um FM og eitt eLandsliðspláss)
15 ár og yngri (kappast um FM)