Leikskráin fyri EFFO-deildina 2017 er nú klár, og fyrsta umfar verður spælt sunnudagin 12. mars. Føroyameistararnir byrja á heimavølli ímóti B36, og Ólavsøkudag spæla HB og KÍ
Fyrireikingarnar til eitt nýtt kappingarár eru í hæddini, og um góðar tveir mánaðar, sunnudagin 12. mars, fer EFFO-deildin 2017 av bakkastokki.

1. umfar í EFFO-deildini sær soleiðis út:
NSÍ – EB/Streymur
Víkingur – B36
KÍ – Skála
HB – 07 Vestur
TB/FCS/Royn – ÍF

Seinasta umfar í fyrru hálvu verður spælt fríggjadagin 23. juni, og byrjað verður aftur fríggjadagin 21. juli, tá Víkingur og ÍF spæla fyrsta dystin í seinnu hálvu. Hinir fýra dystirnir í 14. umfari verða spældir sunnudagin 23. juli. 

15. umfar verður spælt á Ólavsøku. Ólavsøkuaftan fær B36 vitjan av 07 Vestur, meðan dysturin Ólavsøkudag er ímillum gomlu risarnar í føroyskum fótbólti, HB og KÍ.

15. umfar 
TB/FCS/Royn – Víkingur (27. juli)
ÍF – NSÍ (27. juli)
SKála – EB/Streymur (27. juli)
B36 – 07 Vestur (28. juli)
HB – KÍ (29. juli)

Kappingarárið 2017 verður drúgt. Seinasta umfar í EFFO-deildini er á skránni leygardagin 21. oktober, men har afturat skulu fimm umfør í kappingini um Løgmanssteypið spælast, umframt at føroyska A-landsliðið skal spæla seks HM-undankappingardystir í hesum árinum.

27. umfar í EFFO-deildini:
Víkingur – EB/Streymur
KÍ – NSÍ
HB – B36
TB/FCS/Royn – Skála
ÍF – 07 Vestur 

Øll kappingin sæst her: EFFO-deildin 2017 / Leikskrá