Landskappingin í EFFO-deildini fyri komandi kappingarár er nú klár. Fyrsta umfar verður spælt sunnudagin 1. mars og endar leygardagin 3. oktober
Nú er greitt, hvussu kappingin í EFFO-deildini verður spæld í 2015, og aftur komandi ár verður talan um eina drúgva kapping, ið byrjar sunnudagin 1. mars og endar leygardagin 3. oktober.
Spælast skulu 27 landskappingardystir, ein Stórsteypadystur, seks dystir í kappingini um Løgmanssteypið, meðan A-landsliðið við monnum hevur seks EM-undankappingardystir á skránni, ið verða spældir í mars, juni, september og í oktober mánaða.
Meistararnir byrja við Margáir
Í samráð við feløgini hevur Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya avgjørt, at Stórsteypadysturin, sum í ár verður millum B36 og Víking, verður spældur í Havn sunnudagin 22. februar.
Og eina viku seinni, sunnudagin 1. mars er fyrsta umfar í EFFO-deildini á skránni.
1. umfar:
NSÍ – FC Suðuroy
EB/Streymur – B36
Víkingur – ÍF
HB – AB
TB – KÍ
ÍF og FC Suðuroy á ólavsøku
Seinastu árini eru landskappingardystir spældir á ólavsøku, og soleiðis verður eisini ár, tá 18. umfar í Effodeildini 2015 skal spælast.
Fyrsti ólavsøkudysturin verður tó spældur á Argjum 27. juli, tá AB fær vitjan av NSÍ, og sama dag spæla EB/Streymur og KÍ við Margáir, meðan Víkingur fær vitjan av TB. Ólavsøkuaftan tekur B36 ímóti ÍF, meðan HB og FC Suðuroy møtast í Gundadali Ólavsøkudag.
A-landsliðið við monnum spælir seinastu undankappingardystirnar til EM 2016 tann 8. og 11. oktober. Tí er avgjørt, at 27. og seinasta umfar í EFFO-deildini 2015 verður spælt vikuskiftið áðrenn, nevniliga leygardagin 3. oktober.
27. umfar:
HB – FC Suðuroy
TB – Víkingur
KÍ – EB/Streymur
AB – NSÍ
ÍF – B36
Øll leikskráin fyri komandi kappingarár í EFFO-deildini sæst HER