FSF Varpið: Her ber til at síggja dystin í EFFO-deildini ímillum B36 og EB/Streym, sum varð spældur á Tórsvølli týsdagin 3. mars
FSF Varpið vísti beinleiðis av Tórsvølli frá dystinum í EFFO-deildini ímillum B36 og EB/Streym, sum varð spældur týsdagin 3. mars klokkan 18:00.
Eftir ætlan skuldi dysturin verðið spældur við Margáir í Streymnesi sunnudagin 1. mars. Men á vøllinum við Margáir var so mikið nógvur kavi, at dysturin í fyrstu atløgu bleiv útsettur til týsdagin 3. mars.
Síðani samdust feløgini um at býta um, soleiðis at B36 fekk heimavøllin í fyrsta umfari, meðan EB/Streymur hevur heimavøll í 12. umfari, sum verður spælt 17. mai.
Orsakað av ljósviðurskiftunum valdi B36 at spæla á Tórsvølli, har ljósini eru munandi betri enn á Ovara Vølli í Gundadali.