FSF Varpið: Seinasta umfar í Effodeildini verður spælt leygardagin 6. oktober, og við sigri á NSÍ, kann EB/Streymur gerast føroyameistari 2012
27. og seinasta umfar í Effodeildini er á skránni leygardagin. Men framvegis er einki avgjørt um hvør fer avstað við gullinum, og hvør skal tungu leiðina niður í næstbestu deildina at spæla komandi kappingarár.

EB/Streymur kann við sigri á NSÍ gerast føroyameistari 2012, men endar dysturin við Margáir við javnleiki, samstundis sum ÍF vinnur á HB, so ferð gullið til Fuglafjarðar.

Men eisini í dystinum um bronsuna er hørð kapping, har KÍ, Víkingur og HB framvegis hava møguleikan at ogna sær 3. plássið í fremstu deildini hjá monnum.

Í hinum endanum skal B68 vinna við í minsta lagi fýra málum ímóti TB, um toftamenn skulu varðveita sessin í Effodeildini komandi kappingarár. Vinnur B68 við fýra málum, verða tað tvøramenn, ið fylgja FC Suðuroy niður í 1. deild.

Í innslagnum niðanfyri meta Tróndur Vatnhamar og Jóannes Jakobsen um 27. umfar í Effodeildini.