FSF Varpið: Tróndur Vatnhamar og Jóannes Jakobsen meta um 3. umfar í Effo-deildini, sum byrjar í Havn fríggjadagin kl. 17:15

Skrivað hevur: Hans Erik Danielsen, hanserik@fsf.fo

Triðja umfar í Effo-deildini er á skránni komandi vikuskifti. Fríggjakvøldið tekur B36 ímóti Víkingi, meðan dystirnir sunnudagin eru hesir: ÍF-B68, NSÍ-AB, HB-KÍ og EB/Streymur-Skála. 

Í FSF Varpinum hesaferð umrøða Tróndur Vatnhamar og Jóannes Jakobsen næstu dystirnar í fremstu deildini hjá monnum.