Við teprum sigri á ÍF, hava sundalagsmenn økt um leiðsluna í Effodeildini. Í Gundadali vann B36 brakið um Havnina, og á Tvøroyri vann TB sannførandi á FC Suðuroy
Fult umfar í Effodeildini hevur verið á skránni í kvøld, og nú øll liðini hava spælt 12 dystir, hava sundalagsmenn lagt sjógv ímillum seg og næstu liðini í fremstu deildini hjá monnum.
Í 12. umfari vann EB/Streymur tepurt á ÍF, samstundis sum B36 vann á HB, og Víkingur spældi javnt ímóti NSÍ.
Hjá B68 gongur framvegis sera strilti at vinna stig, og aftur í kvøld máttu toftamenn av vøllinunm við ongum, tá teir vóru á vitjan í Klaksvík, har KÍ tók ímóti. Klaksvíkingar vunnu 3-0, og tað lyftir KÍ upp á 3. plássið í Effodeildini.
Fimti dystur í 12. umafri varð spældur við Stórá í Trongisvági, har grannauppgerð var millum TB og FC Suðuroy. Og tvøramenn lótu ongan iva vera um hvønn veg sigurin skuldi fara. Úrslitið gjørdist 3-0 til aldursforsetan av Tvøroyri.
Úrslitini í 12. umfari hava við sær, at EB/Streymur nú er fremst við 27 stigum, fimm stig fleiri enn Víkingur, sum er á 2. plássi.
Í niðara endanum skiftu B68 og NSÍ um pláss, so toftamenn nú eru undir niðurflytingarstrikuni. Men tað er lítið ið skilir partarnar. Bæði hava 11 stig, men meðan NSÍ hevur málmunin -4, hevur B68 -13.
Úrslit, 12. umfar:
KÍ – B68 3-0 (2-0)
Víkingur – NSÍ 1-1 (0-1)
EB/Streymur – ÍF 2-1 (0-0)
B36 – HB 1-0 (0-0)
TB – FC Suðuroy 3-0 (1-0)
13. umfar í Effodeildini verður spælt komandi vikuskifti, og tá verður spælt leygardagin og sunnudagin.
Leygardagin spæla B36 og KÍ, og EB/Streymur og Víkingur.
Dystirnir sunnudagin eru TB-NSÍ, ÍF-B68 og HB-FC Suðuroy.