Løgmanssteypið: Hóast FC Suðuroy og HB vunnu seinnu hálvfinaluna, so verða tað Víkingur og EB/Streymur ið skulu spæla finaluna 25. august
FC Suðuroy og HB vóru nær við, men tá avtornaði, so vórðu tað Víkingur og EB/Streymur ið vunnu sær rættin at spæla finaluna um Løgmanssteypið 2012.

Í Vági vann FC Suðuroy 2-1, men tað var kortini ikki nóg mikið at røkka finaluplássinum. Víkingur hevði nevniliga vunnið fyrru hálvfinaluna 1-0, og tí verður tað felsgsliðið úr Eysturkommunu, ið skal spæla finaluna um Løgmanssteypið.

Í hinari hálvfinalun møttust HB og EB/Streymur í Gundadali í Havn. Undan dystinum vóru tað ivaleyst fleiri ið hildu, at eftir fyrru hálvfinaluna, so var eingin iva, at sundalagsmenn fóru at vinna samanlagt.

Men soleiðis varð ikki, als ikki.

Ta einu løtuna var HB á odda 3-0, og tað hevði við sær, at teir reyð-svørtu hesa løtuna vóru í finaluni. Men við tveimum skjótum málum frá fyrst Sorin Anghel og síðani Levi Hanssen, kom EB/Streymur inn aftur í dystin.

HB legði nógv fyri at fáa neyðugu málini, og tað var eisini nær við. Tá vanliga leiktíðin var farin, skoraði Fróði Benjaminsen til 5-2, og so stóð á jøvnum 6-6 samanlagt.

Men av tí at sundalagsmenn høvdu skorað tvey mál á útivølli, so verður tað EB/Streymur, ið sætta árið á rað, skal spæla finaluna um Løgmanssteypið.

Finalan verður spæld á Tórsvølli leygardagin 25. august, klokkan 19:45.

Hagtøl:
FC Suðuroy – Víkingur 2-1 (0-0)
1-0: Jón Krosslá Poulsen, 47. min.
1-1: Lasse Quist, 60. min.
2-1: Palli Augustinussen, 87. min.

HB – EB/Streymur 5-2 (2-0)
1-0: Sjálvmál
2-0: Símun Samuelsen
3-0: Rógvi S. Holm
3-1: Sorin Anghel
3-2: Levi Hanssen
4-2: Hallur Hansson
5-2: Fróði Benjaminsen