Við tryggum sigri við Stórá ímóti TB, samstundis sum Víkingur spældi javnt á Toftum, er EB/Streymur nýtt oddalið í Effodeildini
Nú tíggju umfør eru spæld í Effodeildini, hava sundalagsmenn lagt seg á odda. EB/Streymur var á vitjan við Stórá í Trongisvági, og fyri fyrstu ferð máttu tvøramenn av nýggja vøllinum við ongum.
Sundalagsmenn vunnu 3-0, og stóra hetjan hjá gestunum við Stórá, var Leif Niclasen, sum skoraði øll trý málini.
Á Toftum fingu liðini hvør sítt mál og hvør sítt stig, tá B68 tók ímóti Víkingi. Stutt eftir steðgin legði Jonleif Højgaard toftamenn á odda. Henda støða helt sær til fáir minuttir vóru eftir at spæla. Tá eydnaðist tað Lasse Quist at javna til 1-1. Og í tíðini sum dómarin hevði lagt afturat, var rættuliga nær við at Víkingur fór við øllum. Kaj Leo í Bartalstovu kom at standa púra leysur frammafyri einum tómum máli, men onkursvegna kláraðu gøtumaðurin at skjóta bóltin uppum.
Úrslit, 10. umfar:
HB – KÍ 5-0 (3-0)
B68 – Víkingur 1-1 (0-0)
ÍF – B36 1-1 (0-1)
FC Suðuroy – NSÍ 0-2 (0-1)
TB – EB/Streymur 0-3 (0-0)
Úrslitini í 10. umfari hava við sær, at EB/Streymur er nýtt oddalið, meðan Víkingur nú er nummar tvey. Í niðara endanum skiftu NSÍ og B68 um pláss, so runavíkingur nú eru omanfyri niðurflytingarstrikuna.